spacer Leygardagur, 23. September 2017 
Tíðindi
Samkynd bíða eftir svari frá løgmálaráðharranum
     týsdagur, 12. april 2011 09.03 - Innland
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Fólk av sama kyni, sum hava fingið skrásett parlag í Danmark ella Grønlandi, vita framvegis ikki, hvørji rættindi tey hava, tá tey eru í Føroyum. Eingin myndugleiki er nevniliga førur fyri at svara spurninginum.Samkynd bíða eftir svari frá løgmálaráðharranum

Skrásett parlag er ikki loyvt í Føroyum. Men hava fólk, sum eru í skrásettum parlagi, hug at búseta seg í Føroyum, er ein av fyrstu spurningum, tey seta: er okkara parlag og tey rættindi, tað gevur, eisini galdandi her?

Felagið LBGT Danmark, Landsforeningen for bøsser, lesbiske, biseksuelle og transpersoner, spurdi í november í fjør Ríkisumboðið í Føroyum. Men tey høvdu einki svar og sendu spurningin til danska løgmálaráðið, tí málsøkið er danskt.
Løgmálaráðið svaraði, at tað ¿ikke påtager sig at udarbejde vejledende udtalelser til private om retlige spørgsmål, der ikke vedrører konkrete sager.¿

Hetta svarið fekk LBGT Danmark at venda sær beinleiðis til løgmálaráðharran, Lars Barfoed. Og svarið er tað sama, sum felagið fekk frá Løgmálaráðnum, at hann kann ella vil ikki svara uppá spurningin.
 
Beinleiðis sjónvarp 6
Copyright © 2006 Kringvarp Føroya - Webmaster

Processing time: 0,422 secs.